Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel kundu tíðliga seinnapartin stórfegnast um fyrsta sigurin í hesum kappingarárinum.
Í Hallen Park Vendia í Hjørring vann Vendsyssel í dysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini 30-29 á Grindsted.
Mads Krarup skoraði sigursmálið í allarseinasta sekundinum av dystinum.
Kjartan skoraði seks mál, og var saman við Mikkel Krogh Petersen deildur toppskjútti hjá Vendsyssel í dag.
Vendsyssel hevur tvey stig fyri tveir dystir.
Í morgin klokkan 14 spæla Rúnar Hammer og liðfelagarnir í Stoholm dyst á útivølli móti Tønder.











