Flamma eru tær tríggjar dugnaligu songkvinnurnar Ann Chanett Danielsen, Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir. Tær hava júst útgivið sína fyrstu fløgu við sama heiti - tvs. Flamma - har av løg sum City Lights og Stay Like This Forever hava verið nógv at hoyra á føroyskum útvarpsrásum.
Eisini hevur tónleikurin hjá Flammu fingið stak góð útlendsk ummæli. Enska netmagasinið Scandipop skrivaði soleiðis herfyri um Flammu:
- Føroyskir gentubólkar eru okkara nýggja "flipp". Tað fær okkum at hugsa, júst hvørjar aðrar popp-perlur munnu goyma seg í Føroyum, aftaná at bæði Flamma og Byrta eru komin undan kavi. Vinaliga latið Føroyar luttaka fyrstu ferð á Evropeiska Melodi Grand Prix'num í 2014. Helst umboðað av Flammu!
Limirnir í Flamma spæla popprock, men hava upprunaliga røtur í ymiskum tónleikasløgum, so sum poppi, rocki, musical og gospel tónleiki. Tær hava nú sligið seg saman við hvørji aðrari og við nøkrum dugnaligum føroyskum tónleikarum, harímillum Kristoffer Mørkøre, sum ger og framleiðir mesta av tónleikinum hjá Flammu.
Bólkurin Flamma má sigast at vera 'smoking hot' í løtuni. Til gleði fyri allar Flammu-fjepparar, so er nú boðað frá, at Flamma verður við á Summar Festivalinum í næstu viku. Til ber at uppliva bólkin live á pallinum í Tele tjaldinum.