Fleiri deyð av sjálvmorðsbumbum í Indonesia

Tríggjar kirkjur vórðu álopnar av sjálvsmorðsbumbum í næstastørsta býi í Indonesia, Surabaya.

 

Sjálvmorðsbumbarar hava í momrgun lopið á tríggjar kirkjur í næststørsta býnum í Indonesa, Surabaya, á oynni Java.

 

Minst átta fólk eru deyð, og umleið 38 eru særd í álopunum.

 

Tað upplýsir løgreglan í Indonesia sambært fleiri altjóða tíðindastovum.

 

– Tað hava verið trý álop við kirkjur, sigur Frans Barung Mangera, talsmaður fyri løgregluna á Eysturjava.

 

– Vit eru í ferð við at eyðmerkja offrini, leggur hann afturat.

 

10 minuttir vóru millum álopini, og fyrsta bumban brast klokkan 7:30 lokala tíð.

 

Harumframt hevur løgreglan funnið og »tryggjað« eina bumbu í eini kirkju í Surabaya, upplýsir talsmaðurin hjá løgergluni sambært Reuters.

 

Eingin hevur enn tikið sær ábyrgdina av álopunum. Men indonesisku myndugleikarnir misteinkja bólkin Jemaah Ansharut Daulau, sum er sporttin av Islamskum Stati (IS), fyri at standa aftan fyri álopið.

 

Sjónvarpsmyndir vísa húsaleivdir spjaddar kring inngongdina til eina av raktu kirkjunum, meðan løgreglan heldur vakt í einum sperraðum øki. Ein onnur upptøka vísir eina brennandi kirkju.

 

Fleiri lokalir miðlar skriva, at ein kvinna við einum yngri barni og ein tannáringur júst vóru farin inn í eina kirkju og vórðu kannað av trygdarfólki, tá bumban brast.

 

Álopið er framt fáar dagar eftir at hernaðarligir islamskir fangar drupu fimm limir í einum antiterrorliði í einum fongsli í útjaðaranum av Jakarta, skrivar Reuters.

 

Indonesia er tað størsta landið í heiminum, har islamska fólki er í stórum meiriluta.

 

Í fólkaríka landinum við 260 milliónum fólkum er eisini nógv kristin, hinduar og buddhistar.

 

Landið hevur seianstu árini verið plágað av álopum á kristin og aðrar minnilutar, sum hernaðarligar rørslur hava framt.

 

Í februar var ein maður skotin og særdur av løgregluni, tá hann leyp á kirkjufólk við einum svørði í býnum Sleman.

 

Illgerðarmaðurin, sum hevði sagt seg berjast fyri Islamskan Stat í Sýria, náddi at særa fýra fólk, áðrenn hann var steðgaður av løgregluni.

 

/ritzau/