Fleiri dripin í Miðeystri seinastu dagarnar

Sambært iranskum myndugleikum vórðu 11 fólk dripin í amerikanskum álopum seint týsdagin ella mikunáttina

- Fleiri fólk eru dripin í einari røð av álopum í Miðeystri seinastu dagarnar.

 

AFP-tíðindastovan veit frá einum shipping-felag at siga, at tvey fólk vórðu dripin í einum álopi á eitt oljutangaskip í Hormussundinum mánadagin.

 

Iran hevur áður lopið á skip í sundinum, men í løtuni er ikki greitt, um Iran hevði ábyrgdina av hesum álopinum eisini.

 

Sambært iranskum myndugleikum vórðu 11 fólk dripin í amerikanskum álopum seint týsdagin ella mikunáttina.

 

- Haraftrat lótu fýra fólk lív, tá lopið var á eina brúðarveitslu har suðuri í landinum í vikuni, veit iranska kollveltingarhirðin at siga.