Nú frættist í miðlunum, at arbeitt verður við einari nýggjari vegaføring framvið Sandsvatni og við einum longri tunli undir Traðarhamri. Ein vegaføring og tunnil, sum als ikki hevur verið til politiska viðgerð. Sum ongin hevur sæð. Sum ongin kennir kostnaðin av. Sum ongin kennir avleiðingarnar av.
Tíverri er hetta symptomatiskt fyri viðgerðina av Suðuroyartunlinum. Avgerðir verða tiknar í tí dulda uttan gjøgnumskygni og fólkaræðisliga viðgerð.
Tí hava vit tørv á at byrja av nýggjum. Trýsta á Ctrl+Alt+Del, steðga verandi ætlanum og byrja við einum blankum arki, so málið um Suðuroyartunnilin kemur aftur á beint.
Politiska skipanin má taka ábyrgdina og avgerðarrættin frá P/F Suðuroyartunlinum. Vit mugu taka ræðið aftur og tryggja, at neyðugar kanningar verða gjørdar: Ein eftirfarandi kostnaðarmeting, ein verulig kost-nyttu greining, ein gjøgnumskygdur fíggingarleistur, strategiskar umhvørvisárinskanningar, trygdarkrøv, jarðfrøðiligar kanningar o.s.fr.
Alt kanningar og greiningar, sum eru neyðugar fyri at taka røttu avgerðina. Tá hetta arbeiðið er liðugt, kunnu vit taka avgerð um projektering og útboð av Suðuroyartunlinum.
Tá tunnilin fór av kós...
Málið um Suðuroyartunnilin fór av kós, tá nýklakti landsstýrismaðurin í samferðslumálum 22. desember 2022 fortaldi Føroya fólki, at borurin til Suðuroyartunnilin skuldi setast í áðrenn valskeiðið var hálvrunnið.
Hetta var at taka munnin alt ov fullan og lova suðuroyingum nakað, sum ongin vissa er um ber til ella ikki, tí tunnilin er langt uttan fyri kategori – bæði tá tað kemur til kostnað og longd. Snøgt sagt, so vita vit framvegis ikki, um tað yvirhøvur ber til at fara undir hesa verkætlanina.
Tað er heldur ikki í samsvar við samgonguskjalið, sum sigur, at:
“Heimild verður givin Pf. Suðuroyartunlinum at gera allar neyðugar kanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin, og neyðugur peningur verður játtaður. Miðað verður eftir, at kanningarnar eru lidnar við ársenda í 2024. Samstundis verður ein haldføriskanning gjørd, og ein fíggingarleistur verður funnin sum skjótast.”
Ikki eitt orð um, at borurin skal setast í ella at tunnilin sjálvur skal samtykkjast. Tað var tí ein feilur av landsstýrismanninum at lova suðuroyingum ein tunnil. Eitt tómt lyfti.
Tunnilin verður til granatskelk...
Stutt eftir útsøgnina hjá landsstýrismanninum, var tí eisini sligið fast, at Suðuroyartunnilin ikki var ábyrgdarøki hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum, men skuldi liggja undir løgmanni sjálvum.
Ætlanin við hesum var kanska góð. Tunnilin bleiv tikin úr hondunum á einum landsstýrismanni, sum hevði ov stórar persónligar aktiur í tunlinum, og kundi samstundis gerast eitt vinnaramál hjá løgmanni, um handfaringin annars hevði verið nøktandi.
Nú, skjótt trý ár seinni, eru vit tíverri vitni til, at livað verður ikki upp til orðingarnar í samgonguskjalinum. Neyðugar kanningar eru framvegis ikki gjørdar – og ætlanin er als ikki at gera tær! Í staðin verður sunnur fornuftur lopin um og farið verður beint til støðutakan um eina farleið, sum so gott sum allir hoyringarpartar mæla frá og sum Føroya fólk ikki ynskir.
Sonevndi politiski fylgibólkurin vil saman við løgmanni og P/F Suðuroyartunlinum trýsta linjuføringina úr Djúpadali í gjøgnum – kosta hvat tað kosta vil. Soleiðis endaði eitt potentielt vinnaramál hjá løgmanni sum ein granat í føvninginum á honum sjálvum, trygdarstiftin er hálað úr og granatin kann spreingjast nær tað skal vera.
Og løgmaður, hvørs evsta uppgáva er, at hava eftirlit við sínum landsstýrisfólkum, situr nú eftir við hesari apuni, sum er gjøgnumsúrgað av misinformatión og ógjøgnumskygni. Men hvør hevur eftirlit við løgmanni og hansara handfaring av hesum máli? Svarið er ongin, og tað er ein fólkaræðisligur trupulleiki.
Tunnilin, sum ongin vil hava...
Tað hevur hepnast ávísum politikarum við góðari hjálp frá “talsfólkum” á sosialu miðlunum at sannføra suðuroyingar um, at tekur man ikki undir við linjuføringini úr Djúpadali, so tekur man als ikki undir við einum Suðuroyartunli.
Hetta er møsn!
Veruleikin er tann, at meginparturin av Føroya fólki, næstan allir hoyringarpartar og eisini partar av politisku skipanini ynskja, at besta farleiðin verður vald, tá farið verður undir Føroya størstu og dýrastu verkætlan nakrantíð.
Tað er ikki eitt órímiligt krav. Tað er skilagott og skynsamt. Og tænir okkum øllum at velja bestu farleiðina.
Tað er eisini komið fram, at kostnaðarmetingin av farleiðini hjá P/F Suðuroyartunlinum er alt ov lág og hevur alt ov stórar óvissur. Tað er sjálvandi ikki í lagi. Ein verkætlan, sum er langt uttan fyri kategori, má fyrireikast, so verkætlanin er so væl lýst sum møguligt og óvissurnar so lítlar sum yvirhøvur gjørligt.
Og tað kann meira enn so vera, at komið verður fram til, at nú er ikki lagaliga løtan at fara undir ein undirsjóvartunnil til Suðuroynna. Men vit mugu sum minsta mark hava dirvið til at kenna sannleikan!
Tí vil eg mæla løgmanni til at taka ræðið á verkætlanini. Vaska talvuna reina. Byrja av nýggjum. Trýsta Ctrl+Alt+Del.
Liljan Weihe
Løgtingskvinna, Tjóðveldi










