– Eg ætli mær ikki at vera uttanflokkatingmaður leingi afturat. Tað sigur Magni Laksáfoss, løgtingsmaður og fyrrverandi sambandsmaður. Hann fór Sambandsflokkinum síðst í mars, tí hann føldi seg ikki longur heima í flokkinum.
Síðani hevur hann verið uttanflokkatingmaður, men hann sigur, at fleiri flokkar hava víst áhuga fyri at fáa hann upp í.
Men hann sigur, at tað verður ikki lætt at finna ein flokk við einum politikki, sum er í samsvari við tey virði, hann sjálvur hevur. Sostatt er tað eisini greitt, nú nýtt tingár byrjar á ólavsøku, verður hann framvegis uttanflokkatingmaður.
Tá ið eg fór upp í Sambandsflokkin, var tað tí, at hann hevur eina stevnuskrá, eg kann taka undir við. Men eftir mínum tykki fylgdi flokkurin ikki stevnuskránni, og tí fór eg, sigur hann.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Magna Laksáfoss greiða frá støðu, nú hann er uttanflokkatingmaður.