Fleiri gongubreytir í Miðalsbrekku

Ætlanin er at gera eina nýggja gongubreyt á hvørjum ári, so komið verður runt á øllum vegum í Miðalsbrekku um fýra ár

 

- Nú verður hildið fram við at gera gongubreyt í Miðalsbrekku. Í hesum umfari verður gongubreyt gjørd frá ovasta parti av Hornavegi og yvir til brúnna, har Neslíð og Bjargalíð møtast.

 

Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu.

 

- Í fjør fór kommunan undir at gera fyrstu gongubreytina í Miðalsbrekku. Tá varð gongubreyt løgd frá niðasta parti av Hornavegi og til barnagarðin Gjáarlon.

 

Ætlanin er at gera eina nýggja gongubreyt á hvørjum ári, so komið verður runt á øllum vegum í Miðalsbrekku um fýra ár.

 

Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at fyrsta húsið í Miðalsbrekku varð liðugt bygt í 1980, og síðan tá er býlingurin vaksin nógv.

 

- Í dag eru umleið 90 sethús her, umframt aðrir bygningar. Harafturat eru fleiri nýggj sethús ávegis.

 

Lagt verður aftrat, at arbeiðið at gera gongubreyt í Miðalsbrekku byrjar í næstum og væntast at taka umleið tvær vikur - alt eftir, hvussu veðrið háttar sær.