Føroyar eru á fyrsta sinni medvertur fyri árliga summarfundin hjá norðurlendsku stjórnarleiðarunum.
Løgmaður, Beinir Johannesen, og danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, taka í dag í felag ímóti stjórnarleiðarunum úr Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi.
Eisini landsstýrisformaðurin í Grønlandi og á Álandi verða við á fundinum.
– Felags vertsskapurin er eitt natúrligt stig í okkara tætta samstarvi. Hetta er ikki ein kollvelting, men eitt greitt tekin um, at Føroyar og Danmark kunnu lyfta uppgávur í felag, sigur Beinir Johannesen við Ritzau.
Summarfundurin er eitt árligt tiltak, har norðurlendsku leiðararnir skiftast um at vera vertir og umrøða felags áhugamál og avbjóðingar.
Fundurin í ár verður hildin á Høvelte-herstøðini og í danska forsætisráðharrabústaðnum Marienborg. Øll trý londini í ríkisfelagsskapinum verða umboðað.
Heini í Skorini, professari í stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetri Føroya, heldur, at føroyski vertsskapurin er ein ítøkilig mynd av broytingunum, sum eru farnar fram í ríkisfelagsskapinum seinastu árini.
– Tað samsvarar væl við vanligu gongdina, at bæði Føroyar og Grønland í størri mun sita við borðið og verða hoyrd í málum um verju, trygd og uttanríkispolitikk, hóast hetta annars eru donsk málsøki, sigur hann.
Fyri tveimum árum síðan vóru Føroyar og Grønland ikki boðin við, tá Svøríki var vertur fyri fundinum.
Á fundinum skulu leiðararnir millum annað umrøða Helsingfors-sáttmálan, sum er grundarlagið undir Norðurlandaráðnum.
Sambært Heina í Skorini hevur Mette Frederiksen arbeitt fyri at broyta sáttmálan, so Føroyar, Grønland og Áland kunnu gerast fullgildir limir í staðin fyri bert at hava eygleiðarastøðu.
Norðurlond hava tó ikki verið samd um spurningin. Ein stúran hevur verið, at størri føroyskt sjálvræði í norðurlendska samstarvinum kann skapa fordømi fyri Áland.
Løgmaður sigur, at fullur føroyskur limaskapur verður eitt týðandi mál á fundinum.
– Tað er umráðandi fyri okkum at arbeiða fyri, at Føroyar kunnu fáa fullan og javnbjóðis limaskap í norðurlendska samstarvinum. Tað snýr seg um at styrkja felagsskapin og tryggja, at øll norðurlond hava eina sterka og javnbjóðis rødd, sigur Beinir Johannesen.
/Ritzau










