Næmingar, sum ganga til undirvísing í føroyskum sum annaðmál, kunnu frameftir fáa ferðastuðul innanoyggja.
Tað er endamálið við einum uppskoti til broyting í kunngerðini um lestrarstuðul, sum Mentamálaráðið hevur sent til hoyringar.
Føroyskt sum annaðmál verður boðið út á útbúgvingarstøðum kring landið. Fleiri av næmingunum hava langan ferðaveg til undirvísingarstaðið, og tí heldur ráðið, at tørvur er á at tryggja teimum møguleika fyri ferðastuðli.
Ætlanin er at broyta tvær ásetingar í kunngerðini um lestrarstuðul.
Listin yvir útbúgvingar, sum kunnu fáa ferðastuðul, verður víðkaður, so lógin um føroyskt sum annaðmál eisini verður fevnd av skipanini.
Harumframt verður skotið upp, at nýkomnir næmingar í føroyskum sum annaðmál kunnu fáa ferðastuðul innanoyggja, hóast teir ikki hava rætt til vanligan lestrarstuðul.
Lógin um føroyskt sum annaðmál varð samtykt í 2024. Endamálið er millum annað at geva fólki, sum ikki hava føroyskt sum fyrsta mál, møguleika at læra málið og fáa kunnleika til føroyska samfelagið og mentanina.
Uppskotið er dagfest 12. august. Hoyringarfreistin er 9. september 2026, og viðmerkingar skulu sendast Mentamálaráðnum.
Enn er ikki greitt, nær broytingin kann koma í gildi.
Kelda: Mentamálaráðið











