Borgarstjórin í Sands kommunu, Heri Sverrason, hevur í morgun lagt út á sín Facebook-vanga nakrar nýggjar myndir.
Myndirnar eru av húsum, sum í hesum døgum verða bygd í kommununi - onkur innilokað og onkur, har fundamentið er stoypt.
- Á Sandi vilja fólk búgva. Tað er sjón fyri søgn. Seks hús eru í gerð, og tað er helst fyrstu ferð í nýggjari tíð, heldur borgarstjórin fyri.
Heri Sverrason leggur aftrat, at kommunan veit um fleiri onnur, sum eru á gáttini til at seta sjøtul á.
- Nógvar umvælingar á eldri bústaðir eru eisini í gongd í løtuni, leggur hann aftrat.
Borgarstjórin heldur fyri, at á Sandi eru fólk góð við vøkru bygdina.
- Her er gott, men her kann eisini blíva nógv betur. Lat okkum taka hendur saman, so røkka vit málinum, sigur Heri Sverrason.
Sands kommuna gjørdi fyri nøkrum árum síðan eina útstykking, og síðan er ein nýggj útstykking við enn fleiri grundstykkjum komin aftrat.
Nýggjur barnagarður skal byggjast, og tað er byggifyritøkan Bulur á Signabø, sum skal fremja hesa verkætlan fyri kommununa.
Vit kunnu leggja aftrat, at bæði í Skopun og Skálavík eru eisini nýggj sethús komin upp seinnu árini, harav fleiri eru komin upp í Skopun.
Í Skálavík er Mark í gongd við stóra íbúðarverkætlan, og í Skopun arbeiðir Sigurd Hentze eisini við einari íbúðarverkætlan.
##med2##