Tað hevur verið eitt friðarligt samdøgur hjá løgregluni, men ferðslueftirlitið hevði kortini úr at gera í gjár.
Millum klokkan 9 og 13 var ferðsluløgreglan á patrulju í Havn, Norðurstreymoy og Runavík. Fýra mál vórðu skrivað fyri ov nógva ferð.
Trý av málunum geva klipp í koyrikortið. Tveir bilførarar koyrdu 74 kilometrar um tíman, og ein koyrdi 93 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 60.
Bilførarin, sum varð máldur at koyra 93 kilometrar um tíman, kann vænta treytaða frádøming av koyrikortinum.
Í Havn varð ein bilførari tikin fyri at koyra ímóti ferðslurætninginum. Løgreglan skrivaði eisini mál, tí eitt barn ikki sat íbundið í bilinum. Tað gevur klipp í koyrikortið.
Harumframt vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at tosa í handhildnari fartelefon undir koyring. Tað gevur eisini klipp.
Trý klipp innan trý ár hava við sær treytaða frádøming av koyrikortinum. Eitt klipp fellur burtur, tá ið trý ár eru liðin.
Bilurin, sum hvarv í Klaksvík, er komin afturíaftur.
Hann hevði fingið onkran minni skaða. Hann hevði ongar nummarplátur. Løgreglan í Klaksvík arbeiðir víðari við málinum.











