Uttanríkisráðharrarnir í ES-londunum skulu í dag umrøða, hvussu ES skal svara aftur eftir dronuálopið á Leipzig/Halle-flogvøllin fyrst í august.
Tað sigur uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas, á veg inn á óformella Gymnich-fundin hjá uttanríkisráðharrunum í Dublin.
– Tað er greitt, at álopið í Leipzig hevur øll eyðkennini hjá yvirgangi, sum eitt ríki stendur aftanfyri. Spurningurin er, hvat vit skulu gera við tað, sigur Kaja Kallas.
Russiski sendiharrin er longu kallaður inn til eina álvarsliga samrøðu eftir álopið.
Álopið verður mett sum ein herðing av tí, ið verður lýst sum russiskt hybridkríggj móti ES-londum, sum stuðla Ukraina.
– Í dag skulu vit umrøða, hvat meira vit kunnu gera. Vit eru longu í ferð við at seta 1.600 persónar og eindir úr russisku hernaðarsamansetingini á revsilistan.
– Kanska skulu enn fleiri á listan. Tað er ikki nakað, sum vit taka avgerð um í dag, tí hetta er ein óformligur fundur. Men tað er nakað, sum vit fara at umrøða, sigur Kaja Kallas.
Ritzau










