Mikukvøldið vann føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti søguliga fyrsta sigurin á Íslandi í EM-undankappingarbólki 4. Dysturin endaði 24-22 (11-11) til Ísland.
Leygarkvøldið klokkan 19 spæla okkara annan dystin í hesari undankappingini á heimavølli við Tjarnir. Dysturin verður ímóti Montenegro, ið er ovast styrkismetta liðið í okkara bólki.
Montenegro livdi mikukvøldið upp til sín favorittleiklut við at vinna 29-22 (17-11) á Portugal. Talan verður sostatt um ein toppdyst í bólki 4 millum Føroyar og Portugal í høllini við Tjarnir, ið vónandi og væntandi verður útseld til dystin.
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá 29-22 sigrinum hjá Montenegro á Portugal:
##med2##