Fleiri særd í russiskum álopi á Kharkiv í nátt

Aftur í nátt hava russar framt álop á eitt nú Kharkiv og havnarbýin, Odessa, sum liggur við Svartahavið

Í minsta lagi 25 fólk eru løstað eftir eitt russiskt álop á ein íbúðarbygning í Saltivskyi-økinum í ukrainska býnum, Kharkiv.

 

Tað var í nátt, at ein rakett rakti bygningin, sum er í 12 hæddum. Kharkiv er næst størsti býur í Ukraina og liggur lutfalsliga nær markinum til Russlands.

 

Guvernørurin í býnum, Oleh Synjehubov, er kelda til hesi tíðindi, og sagt verður, at millum tey mongu løstaðu er eitt tríggjar mánaðir gamalt barn.

 

- Fleiri hæddir í bygninginum eru oyðilagdar. Bygningurin brennur, og fólk liggja undir leivdunum, sigur borgarstjórin í Kharkiv, Ihor Terekhov.

 

Sambært guvernørinum eru fleiri býarpartar í Kharkiv álopnir nátt, og har ímillum eru eisini tættbygd íbúðarøki og søgulig støð álopin.

 

Í nátt hava russar eisini lopið á havnarbýin, Odessa, við dronum, og sagt verður, at her eru tvey fólk løstað.

 

Sambært The Kyiv Independent hava fleiri bygningar í Odessa fingið skaðar, eitt nú ein bygningur, sum myndugleikarnir í býnum brúka.