Virksemið í samfelagnum er vaksið hesi seinnu árini. Eisini byggivirksemið. Hús verða nú aftur bygd eftir at tað næstan lá heilt stilt í nøkur ár. Men tað er kortini langt frá í sama mun sum fyri 10 árum síðani, tá ið nýbyggingin var uppá tað mesta. P/f Nordhaus ella Norðseturhús, sum tað vanliga verður kallað, sær týðiligan mun á.
? Vit hava meir at gera nú. Vit hava hesa síðstu tíðina sett nøkur hús upp ymsastaðni í landinum. Í Klaksvík, í Havn og í Eysturoynni, sigur Helgi Olsen.
? Flestu húsini, sum vit gera í dag, liggja um 100 - 120 m2. Prísurin á hesum húsunum er millum 600. 000 og 800.000 krónur ? alt eftir sniði, og hvat keyparin ynskir.
3 mánaðir og lyklaklár
Nordhaus brúkar umleið 3 mánaðir um at gera eini sethús. Tað vil siga, frá tí at arbeiðið byrjar og til húsini eru lyklaklár. Á timburelementvirkinum í Hvalvík verður stóri parturin av arbeiðinum gjørdur. Tað verður savnað í stórar eindir, flutt til tað ætlaða staðið og síðani sett upp.
? Tilsaman hava vit eini 20 ymisk snið av Norðseturhúsum, sum vit bjóða fólki at velja ímillum. Vit eru einir 8 - 10 mans í arbeiði, og harafturat hava vit undirarbeiðstakarar, sum gera alt el-arbeiðið og hitan og sanitetin.
Men tað er kortini ikki bara sethús, sum Norðsetur ger. Onkur smærri virki hevur fyritøkan gjørt, og teir eru júst lidnir við ein 300 m2 stóran skrivstovubygning til Fiskaaling við Áirnar.
Arbeiddu uttanlands
Tær ringu tíðirnar í føroyska samfelagnum fyrst í nítiárunum, merktust tíðiliga í byggifyritøkuni Norðsetur. Og hvat er et gera, tá ið einki byggiarbeiði er í landinum. Jú, so er at leita hagar, har arbeiðið er. Og tað var júst hetta, táverandi P/f Norðsetur gjørdi. Í 1994 fóru teir til Týskland, og broyttu navn til P/f Nordhaus fyri at koma betri inn á marknaðin. Her arbeiddu teir í nøkur ár, til gongd aftur kom á arbeiði innan byggjuvinnuna í Føroyum í 95/96.
? Vit vilja sjálvandi helst vera í Føroyum. Tað er høgligari at arbeiða her og vandin er minni her, ikki at fáa peningin í mun til aðrastaðni.
Tað er tó óvist, hvat framtíðin ber við sær, heldur Helgi. Hann vísir á, hvussu støðan er í dag.
? Vit hava sum er nóg mikið at gera við tí manningini, vit hava, sigur stjórin á P/f Nordhaus.