Fleiri spennandi ungir svimjarar

Svimjifelagið í Gøtu, Skeggjar, er eitt felag við fleiri ungum og sera evnaríkum svimjarum.

Seinasta vikuskiftið varð skipað fyri FM í svimjing í svimjihøllini í Havn. Kappingin varð fríggjamorgunin sett av landsstýrismanninum, Høgna Hoydal, og hildið var á til sunnukvøldi. Tað vóru í alt um 100 svimjarar við í kappingini.

Nakað av spenninginum við FM-kappingini var farin, tí úttøkan til oyggjaleikirnar var gjørd undan kappingini. Svimjararnir kýttu seg kortini fyri at fáa so gott úrslit sum gjørligt.

Tey ungu væl við
Teir yngru svimjararnir stóðu seg væl í FM kappingini, og vístu, at føroysk svimjing hevur eina bjarta framtíð. Bert 14 ára gamli Jákup Ø. Mohr úr Fuglafirði vann kappingina fyri 1500 frí, og ungi fuglfirðingurin er yngsti føroyameistarin hjá monnum síðan 1995.

Elida Bjarnadóttir úr HS og Sára Ejdesgaard úr TS eru tvær av evnaríkastu ryggsvimjarunum í Føroyum í løtuni, og tær vístu tær eisini í FM-kappingini. Elida vann kappingina fyri 50 metur rygg, meðan Sára vann kappingarnar í 100- og 200 metur rygg.

Ungi toftamaðurin, Per S. Hansen, ein annar evnaríkur svimjari. Hann gjørdi eisini vart við seg við a vinna kappingina í 50 metur bringu. Tað heldur sjáldsama við Per er, at hann bert svimur bringusvimjing, men har skal leggjast afturat, at tað ger hann frágera væl.

Bjørt framtíð í Skeggjum
Svimjifelagið í Gøtu, Skeggjar, hevur fleiri sera evnaríkar svimjarar, sum avgjørt hava evnini til at gera seg galdandi í toppinum av føroyskari svimjing um nøkur fá ár.

Erling Jacobsen, Elspa Mørkøre og Kári á Høvdanum fingu øll góð úrslit seinasta vikuskiftið. Kári og Erling settu nýggj bólkamet í bólki 3, meðan Elspa Mørkøre gjørdist grand prix vinnari í bólki 1,2 og 3. Leggjast skal afturat at Erling Jacobsen eisini gjørdist grand prix vinnari í bólki 1,2 og 3.