Fleiri tørvar hjálp eftir kynsligan ágang

Tað má gerast nakað fyri at breiða út kunnleika um kynsligan ágang og avleiðingarnar av hesum. Eisini ræður um at fyribyrgja, at fólk av órøttum verða løgd undir slíkt, sigur Katrin Haraldsen á Eiði. Hon hevur tikið stig til ein áhugabólk

Tað var ikki nøkur nýggj hending, sum fekk Katrin Haraldsen á Eiði at seta seg í samband við aðrar skilakonur á Eiði og í Sundalagnum fyri at stovna ein áhugabólk. Áhugabólkurin ætlar at seta sjóneyguna á, hvussu kynsligur ágangur móti børnum og í millum børn kann fyribyrgjast.
- Fleiri okkara hava sæð og hoyrt frá børnum og vaksnum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi og onga hjálp hava fingið, sigur Katrin Haraldsen.
Hon veit um fleiri fólk, sum veruliga hava havt hjálp fyri neyðini, men eingin hevur verið at hjálpt teimum.
- Vit halda, tað vera umráðandi at verja okkara børn og tey, ið eru um børn okkara í dagligdegnum allastaðni, har tey ferðast bæði í skúla, barnagarði og til frítíðarvirksemi, sigur Katrin Haraldsen, sum er við at útbúgva seg til pedagog.
Hon heldur tað vera neyðugt, at tey, sum eru um børn, læra seg at seta orð á trupulleikan. Duga tey tað ikki, kann eingin vænta, at leikfólk skulu duga tað. Øll mugu læra at síggja eyðkennini, so tey, sum eru um børn, ikki at órøttum verða skuldsett fyri kynsligan ágang. Tey, sum eru um børn eitt nú á legum, eru veruliga í vanda, og tey mugu eisini verjast.
Upplýsing
Áhugabólkurin ætlar at skipa fyri nøkrum átøkum fyri avvarðandi bólkum í Sunda og Eiðis kommunum. Ætlanin við hesum átøkum er at varpa ljós á arbeiðið við børnum og at sjónliggera trupulleikan við kynsligum ágangi.
- Vit ynskja at fáa samstarv við ungdómshús, ítróttarfeløg, skótar, leguhús og kristiligt virksemi, hetta fyri at vísa á trupulleikan. Okkara ynski er at vit í felag gera greiðari reglur og átøk í samband við barna- og ungdómsarbeiði í okkara øki, sigur áhugabólkurin
Fyrsta tiltakið verður ein upplýsandi fundur fyri øll avvarðandi og feløg við fyrilestri, har tosað verður um evnið.
Fundurin er almennur og verðu í kvøld. kl 20 á Felagsskúlanum. Við á fundinum verða Barnaverndarstovan, Barnabati tosar um børn og Kris um seinárin. Høvið verður at seta spurningar og koma við hugskotum.
Í áhugabólkinum eru: Katrin Haraldsen, Katrin Højsted, Bodil Hentze Laksafoss, Randi Borðoy, Beinta Marlena Pedersen og Paula Bøgesvang.