Fleiri velja vælferðarútbúgvingar – men yvir 1.100 pláss standa tóm

Fleiri ung eru í ár tikin inn á danskar vælferðarútbúgvingar, men kortini standa framvegis nógv lestrarpláss tóm – serliga á sjúkrarøktarútbúgvingini.

Tað skrivar DR.

 

Sambært Dansk Sygeplejeråd eru 1.135 lestrarpláss á sjúkrarøktarútbúgvingunum framvegis leys. Tað merkir, at umleið hvørt fjórða pláss stendur tómt.

 

Kortini er gongdin eitt sindur jalig. Í ár eru trý prosent fleiri tikin inn á sjúkrarøktarútbúgvingina enn í fjør.

 

– Hyggja vit bara at tølunum fyri í ár, so er hetta ein jalig søga. Tað vísir, at fleiri síggja seg sjálvi í yrkinum, sigur Cecilie Elstrøm Rasmussen, forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarlesandi, við DR.

 

Hon harmast tó um, at so nógv lestrarpláss framvegis standa tóm.

 

– Um tað stóð til mín, vóru øll plássini upptikin. Eg vóni, at henda framgongdin heldur fram komandi árini, sigur hon.

 

Í Aarhus og á Frederiksberg eru øll lestrarplássini á sjúkrarøktarútbúgvingini tikin, men aðrastaðni í Danmark eru framvegis nógv leys pláss.

 

Politisk kós sæst í tølunum

 

Í alt eru 11.023 lesandi tikin inn á útbúgvingarnar til sjúkrarøktarfrøðing, lærara, námsfrøðing og sosialráðgeva. Tað eru 226 fleiri enn í fjør.

 

Noemi Katznelson, professari í ungdóms- og útbúgvingargransking við Aalborg Universitet, sigur við DR, at tølini geva orsøk til at vera "varliga bjartskygdur".

 

Hon vísir á, at politiski boðskapurin seinastu árini er broyttur. Fyrr varð dentur lagdur á, at ung skuldu taka longri akademiskar útbúgvingar. Nú verður í størri mun eggjað teimum at velja tær útbúgvingarnar, sum samfelagið hevur størstan tørv á.

 

– Vit mangla lærarar, námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar, og tað sæst nú aftur í politiska boðskapinum, sigur hon.

 

Framvegis langt upp til eldri stig

 

Hóast framgongdina eru upptøkutølini framvegis lægri enn í árunum 2022 til 2024.

 

Sambært DR merkir tað, at avbjóðingin við at fáa fleiri ung at velja vælferðarútbúgvingar langt frá er loyst.

 

Harumframt eru framvegis meira enn 16.000 leys lestrarpláss á hægri útbúgvingum í Danmark, sum enn ber til at søkja.

 

Kelda: DR.