Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at steðga álopum á Iran í eitt tíðarskeið uppá tvær vikur, um Iran letur Hormuzsundið upp.
Hetta skrivar Trump á sínum sosiala miðli, Truth Social.
Hetta hendir eftir at forsetin áður hevur ásett eina freist, sum gongur út klokkan 01:00 í nátt okkara tíð.
– Treytað av, at Islamiska Lýðveldið Iran samtykkir eina fullkomna, beinanvegin og trygga upplating av Hormuzsundinum, taki eg undir við at steðga bumbuálopinum á og álopinum á Iran í eitt tíðarskeið uppá tvær vikur, skrivar Donald Trump á Truth Social.
Boðini koma eftir at forsætisráðharrin í Pakistan, Shehbaz Sharif, týsdagin heitti á stríðandi partarnar um at gera eina vápnahvíld í Iran í tvær vikur og lata diplomatiina virka.
/Ritzau/










