Tað verður trygg farleið gjøgnum Hormuzsundið í tvær vikur, um tað verður samskipað við Iran.
Tað skrivar iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Aragchi, í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.
– Verða álop móti Iran steðgað, fer okkara sterki herur at steðga sínum verjuátøkum.
– Í eitt tíðarskeið uppá tvær vikur verður trygg farleið gjøgnum Hormuzsundið møgulig, um hon verður samskipað við iranska herin og við atliti at tekniskum avmarkingum, skrivar hann.
/Ritzau/










