Abbas Araqchi er iranskur uttanríkisráðharri

Iran gevst eisini við sínum álopum í Miðeystri

- Siglingin gjøgnum Hormussundið skal vera í samstarvi við iransku verjuna, sigur uttanríkisráðharrin í Iran

Abbas Araqchi er iranskur uttanríkisráðharri

Iran gongur eisini við til at gevast við sínum álopum í Miðeystri, um álopini á Iran halda uppat.

 

Tað sigur iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araqchi, sum er maðurin á myndini omanfyri.

 

Sambært Reuters vil landið eisini lata upp Hormussundið, soleiðis at skip sleppa trygt gjøgnum sundið.

 

Hetta verður fyribils galdandi næstu tvær vikurnar.

 

- Siglingin gjøgnum sundið skal vera í samstarvi við iransku verjuna, sigur Abbas Araqchi.

 

Hormussundið er ein sera týdningarmikil siglingarleið inn og út úr Persaraflógvanum. 

 

- Haðani kemur umleið 20 prosent av heimsins olju og gassi, veit norska kringvarpið - NRK - at siga.

 

Abbas Araqchi er iranskur uttanríkisráðharri