Seinastu dagarnar hevur verið tosað um rákið, ið sigst vera, at alt fleiri ungfólk fara av landinum í lestrarørindum.
Men er rákið soleiðis?
Tøl frá Studna stuðla ikki undir, at gongdin er soleiðis.
Støði verður tikið í niðanfyristandandi talvu hjá Studna, sum hevur skrásett hagtøl við støði í lestrastuðli fyri lesandi á hægri útbúgvingum í Føroyum og uttanlands í eitt longri tíðarskeið (víst verður til viðmerkingina niðanfyri í talvuni/myndini).
##med2##
Fyri at gera gongdina týðiliga havi eg valt at samanbera skúlaárið 2013/14 við skúlaárið 2023/24 – eitt 10 ára skeið. Annars kann sjálvandi nógv annað lesast úr talvuni. Her er talan um faktuell tøl, sum eru samanbærlig.
Fylgjandi framgongur av talvuni:
- Talið av føroyingum, sum eru undir hægri lestri í Føroyum og uttanlands, tilsamans, er lækkað úr 2.519 til 1.828. Ein lækking uppá 27%.
- Samlaði talið av hægri lesandi í Føroyum er hækkað úr 838 til 1026. Ein hækking uppá 22%.
- Samlaða talið av lesandi føroyingum undir hægri lestri í Danmark er nærum hálverað úr 1423 til 732. Ein lækking uppá 49%.
- Samlaða talið av lesandi føroyingum í ÚSUN-skipanini (lesandi uttanfyri Norðurlond) er lækkað úr 258 til 70. Ein lækking uppá 73%.
- Í skúlaárinum 2013/14 lósu 33% av teimum, sum lósu hægri lestur, í Føroyum. Í skúlaárinum 2023/24 lósu 56% av teimum, sum lósu hægri lestur, í Føroyum. 23% stig fleiri.