Í dag er tann tiltikni “Transfer deadline day”, har flytingarvindeygað letur aftur í stóru fótbóltslondunum. Tað tykist ikki sum, at hetta verður ein dagur við teimum heilt stóru flytingunum.
Í Premier League hevur Manchester City fingið sín mann í Wilfried Bony, meðan bæði Chelsea og Manchester United royna at gera avtalur sambært bretsku miðlunum. Í báðum førum er týska Wolfsburg ein partur av avtaluni.
Chelsea hevur so gott sum keypt Juan Cuadrado frá italska Fiorentina, meðan týski heimsmeistarin, Andre Schurrle, er á veg til Wolfsburg. Hvørgin av skiftunum er alment upp á pláss enn.
Louis van Gaal, venjari hjá Manchester United sigst verða áhugaður at fáa fyrrverandi Chelsea spælaran, Kevin De Bruyne, frá Wolfsburg. Tað hevur eisini ljóðað, at Everton ætlar at leiga Adnan Januzaj frá Manchester United, men felagið hevur staðfest at hann fer ongan veg í dag.
Liverpool skal hava áhuga í at fáa eina áleypara til felagið. Fyrst var roynt at fáa Divock Origi leysan frá árs leigusáttmálanum við Lille, men tað eydnaðist. Síðani hevur ljóðað, at Liverpool eru eftir Danny Ings hjá Burnley, og Alan Alain Pierre Gignac frá Marseille.
Hull leitar eftir áleypara at halda fast í bóltinum. Her eru menn sum Rickie Lambert(Liverpool) og fyrrverandi FCK framherjin, Dame N’Doye(Lokomitiv Moskva) nevndir. Leicester hevur tryggjað sær Robert Huth frá Stoke, meðan QPR og Harry Redknapp ætla sær útskeldaða Emmanuel Adebayor.
Flytingarvindeygað letur aftur í Onglandi klokkan 23 í kvøld.