Svimjing
Føroyameistaraskapið í svimjing verður í Tórshavn hósdagin, fríggjadagin og leygardagin 5,6 og 7 mai, og verða tað 86 svimjarar ið fara at kappast hesar tríggjar dagarnar um medaljurnar í teimum 40 kappingunum ið verða.
Feløgini ið luttaka eru: Havnar Svimjifelag, Flot, Skeggjar, Fuglafjarðar Svimjifelag, Reki, Ægir, Vágs Svimjifelag, Tvøroyrar Svimjifelag.
Innleiðandi kappingarnar verða svomnar fyrrapart og finalir seint seinnapart allar dagarnar.
Tað verður Leo Lykke altjóða dómari úr Danmark í kemur at verða dómari.
Leygarkvøldið tá FM er liðugt, verður Gallaveitsla Kl. 20:00 á Hotel Føroyum, har ymisk steyp verða handa til : Grand Prix vinnarnar og ársins svimjarar, venjarar, hjálparfólk, o.a
Eisini fer Svimjisambandið at kunngera hvørjir svimjarar fara at umboða Føroyar til Oyggjaleikirnar í Hetlandi í juli.