FM í svimjing við spennandi vitjan

Tíðindaskriv

Svimjisamband Føroya hevur fingið úr Danmark fýra av bestu í lopi frá vippu (udspringere fra vippe), at koma at vitja okkum komandi dagarnar.
Tey, ið koma at vísa okkum kynstur eru:
Joen Bernhagen, danskur meistari á 1m vippu
Chris Rye, danskur meistari á 3m vippu
Kristoffer Himmelstrup, danskur meistari á 5m vippu
Alexandra Michaelsen danskur meistari fyri yngri á 1 og 3m vippu.
Chris Rye er eisini kommentator á EUROSPORT, so hann verður frásøgumaður.
Tey koma at hava sínar framsýningar: hósdagin og fríggjadagin, 29 og 30 mai, tá finalurnar verða svomnar, tað vil siga tá onkur steðgur er í við svimjingini.
So vit hava nógv at gleða okkum til. Síggja okkara fremstu svimjarar kappast um FM heiti, og teir dugnaligastu danir í udspring, leypa av vippu.
Føroyameistaraskapið í svimjing 2003
?Føroyameistaraskapið í svimjing verður í svimjihøllini í Tórshavn hósdagin, fríggjadagin og leygardagin ( 29, 30 og 31 mai 2003 )
?Innleiðandi umførini verða svomin : Kl. 09:00 allar dagarnar.
?Finalurnar verða: Kl. 19:00 allar dagarnar.
?Umleið 100 svimjarar verða við úr hesum feløgum: Havnar Svimjif. Vágs Svimjif., Tvøroyrar Svimjif., Flot, Skeggjar, Fuglafjarðar Svimjif. og Ægir.
?HØGNI HOYDAL landsstýrismaður setur FM 2003 kl. 19:00 hóskvøldið.
?40 kappingar verða íalt.
?Eisini verða ásins svimjarar hjá gentum og dreingjum valdir.
?Grand Prix vinnarnir verða funnir í bólki 1-2-3 og í bólki 4-5 og eldri.
Besti svimjari til FM, við flest stigum eftir týsku stigatalvuni verður kosin.