FM1: Hoyr Håkan seta orð á størstu løtuna við føroyska landsliðnum

(FM1) Loksins fekk Håkan Ericson ein sigur á einari stórari fótbóltstjóð

##med2##

 

Aftaná minniliga 2-1 Nations League sigurin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum gjørdi reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig fleiri samrøður í Mixed Zone.

 

Ein av teimum Petur Asbjørn fekk orðið á var ein fegnan landsliðsvenjara, Håkan Ericson sum hevur fingið tað higartil størsta úrslitið við føroyska landsliðnum.

 

Håkan hevur megnað tveir sigrar á Andorra, tveir sigrar á Liktinstein, ein sigur á Moldova og ein sigur á Malta, ið er gott í sjálvum sær, men teir sigrarnir blikna afturímóti sigrinum á Turkalandi.

 

Håkan er fegin um at eydnaðist so væl at trýsta turkiska liðið langt uppi á vøllinum, og hann staðfestir, at tað var tað leikararnir vildu halda fram við at gera í seinna hálvleiki. Hann umráddi tað við leikararnar í hálvleikinum um teir ikki fóru at møðast, men teir vildu halda áfram við tí høga trýstinum. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna

 

Samrøða við Håkan Ericson um 2-1 sigurin á Turkalandi

Samrøða við Håkan Ericson um 2-1 sigurin á Turkalandi