FM1: Málini og samanumtøka: Føroyar-Armenia 2-0 (0-0)

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá málunum hjá Jonn Johannesen, ið søktu Armenia, og hoyr viðmerkjaran, Teitur Joensen taka samanum ein uppibornan sigur

##med2##

 

Føroyska U21-landsliðið fekk eina rimmar byrjan uppá nýggju EM-undankappingina við einum uppibornum 2-0 sigri á Armenia á Svangaskarði. Stóra hetjan var Jonn Johannesen sum skoraði bæði tey føroysku málini. Tað gjørdi ikki útgangsstøðið hjá Føroyum verri, at Armenia fekk mann vístan av vølli beint undan steðginum.

 

Talan er um fjórða sigurin hjá U21-landsliðsvenjaranum, Sámal Erik "Bagga" Hentze í bara sjey dystum., og tá hava tvey av teimum trimum tapunum verið móti einum krútsterkum sponskum U21-landsliði.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr Trónd Arge siga frá báðum málunum hjá Jonn Johannesen og dystarendanum. Viðmerkjari hjá FM1 var Teitur Joensen.

 

2) Hoyr Teit Joensen taka samanum ein uppibornan sigur hjá føroyska U21-landsliðnum. Teitur heldur, at frá tí Armenia blivu 10 mans hevði føroyska liðið stórt sæð tamarhald á dystinum, kanska burtursæð frá løtuni aftaná Føroyar komu á odda 1-0. Teitur staðfestir, at veddingarfyritøkurnar peikaðu á Føroyar sum ein lítlan favoritt, og hann heldur tað var flott, at liðið livdi upp til tað.

 

 

 

Føroyar – Armenia 2-0 (0-0)

 

U-21 EM undankapping

 

1-0: Jonn Johannesen 68.

 

2-0: Jonn Johannesen 84.

 

Dómari: Robert Ian Jenkins úr Wales

 

Bárður á Reynatrøð, Víkingur – Hanus Sørensen, Middelfart BK, Samuel Johansen Chukwudi, HB, Børge Petersen, KÍ, Pætur Turiðarson Skipanes, NSÍ – Símun Sólheim, EB/Streymur (Áki D. Samuelsen, HB, 58.), Magnus Holm Jacobsen, B36, Stefan Radosavljevic, HB, Noah Mneney, Víkingur (Steffan A. Løkin, 82./ Ingi Jonhardsson, Víkingur, 87.), Lukas Giessing, HB – Jonn Johannesen, KÍ

 

Komandi dystur verður móti Armenia á útivølli 2. september. Komandi heimadystur verður móti sterkasta liðnum í bólkinum, Fraklandi 6. september. 

 

 

 

(Føroyar-Armenia 2-0 (0-0) (U21) - hoyr málini og samanumtøku hjá Teiti Joensen)

(Føroyar-Armenia 2-0 (0-0) (U21) - hoyr málini og samanumtøku hjá Teiti Joensen)