##med2##
Víkingur setti seg í dag tungt á annað plássi í Betrideildini hjá monnum við einum sannførandi 3-1 sigri á HB. Longu tá tveir minuttir vóru farnir var Víkingur á sigurskós, og tá 35 minuttir vóru farnir var Víkingur á odda 3-0.
Víkingur er nú níggju stig frammanfyri B36 og tíggju stig frammanfyri HB. Komandi fýra dystirnar spælir Víkingur móti Botn-5 liðum, og hava teir sostatt góðan møguleika at sementera annað plássið.
Víkingur-HB 3-1 (3-0)
1-0 Martin Klein Joensen (2.)
2-0 Andrias Lava Olsen (4.)
3-0 Andrias Lava Olsen (35.)
3-1 Adrian Justinussen (80.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá teimum fýra málunum sum komu í dystinum. Hanus Jacobsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ein fegnan tvímálsskjútta hjá Víkingi, Andrias Lava Olsen.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ein vónbrotnan venjara hjá HB, Kevin Schindler..
4) Hoyr Hanus Jacobsen taka samanum dystin, og staðfesta eitt framúr gott avrik hjá Víkingi higartil í ár.
- Nú hava vit vunnið tríggjar ferðir ímóti HB í ár, og tað eru vit sjálvandi væl nøgdir við. Martin Klein Joensen var óførur, og tað var hugaligt hjá honum at koma á talvuna, og innleggini vóru avbera góð. Teir skiftu tríggjar nýggjar inn beinanvegin eftir steðgin, og tað kundi verið spennandi, eftir at Adrian Justinussen við frísparki hevði minkað um munin. Men vit stýrdu dystinum og pressaðu, tá ið vit skuldu pressa, og vit lótu í løtum teir hava bóltin, sigur væl nøgdi Andreas Lava Olsen, sum nú hevur skorað 12 mál fyri Víking higartil í ár.
HB-venjarin, Kevin Schindler staðfesti, at tað var sum móti KÍ farna mikukvøld, har tað eisini var talan um ein út av lagi vánaligan fyrra hálvleik hjá HB, ið kostaði allan dystin.