##med2##
Føroyar hava fingið ein góðan javnleik ímóti Luksemborg á útivølli í Nations League Deild C. Tað endaði 2-2 á Stadé de Luxembourg í Luksemborg býi.
Føroyar vóru aftanfyri 0-2 tá 47 minuttir vóru farnir av dystinum. Men í 57. og 59. minutti var Jóannes Bjartalíð á blettinum og skoraði sostatt síni tvey fyrstu landsliðsmál innanfyri tríggjar minuttir.
Luksemborg – Føroyar 2-2 (1-0)
1-0: Gerson Rodrigues br 12.
2-0: Leandro Barreiro 49.
2-1: Jóannes Bjartalíð 57.
2-2: Jóannes Bjartalíð 59.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá teimum fýra málunum og dystarendanum.