##med2##
KÍ-Víkingur 0-1 (0-0) - Finalan um løgmanssteypið.
0-1 Sølvi Vatnhamar br. (87.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna, ið var við Rúna Klein Joensen í Steypagullradio á FM1 í kvøld.
Rúni Klein Joensen er ein stórur Víkinga-fjeppari, ungdómsvenjari hjá Víkingi og pápi Martin Klein Joensen, ið vann Víkingi brotssparkið sum gjørdist sigursmálið hjá Víkingi í kvøld.
Aftaná fimm ár uttan steyp gagnast tað væl hjá Rúna at Víkingur aftur kann lyfta einum steypið.
Rúni er vónríkur um, at Sølvi Vatnhamar, Atli Gregersen og Andreas Lava Olsen taka eitt tørn aftrat, so teir ungu og evnaríku leikararnir kunnu mennast enn einaferð saman við royndu leikarunum.
Tá tað kemur til skipan og uppbakkning er Rúni ikki í iva um, at Víkingur er tað besta felagið í Føroyum.
Samrøðan bleiv avrundað við eitt sindur av dagføringum úr Premier League.