FM1: Víkingur vann lokalbrakið við Løkin

(FM1) Hoyr hvussu Víkingur vann 2-0 á NSÍ við Løkin, og hoyr stóru hetjuna hjá Víkingi, Inga Jonhardsson og Bill M. Jacobsen, venjara hjá NSÍ umrøða dystin

##med2##

 

Víkingur vann 2-0 á NSÍ við Løkin í Runavík í kvøld. Stóra hetjan hjá Víkingi var Ingi Jonhardsson sum kom inn fyri Martin Klein Joensen miðskeiðis í seinna hálvleiki. Ingi var við í upplegginum til fyrra málið, og hann skoraði seinna málið í hegnisligum samstarvi við David Geza Turi. 

 

Víkingur hevur 40 stig á øðrum plássi meðan NSÍ datt niður á fimta plássið har teir hava 29 stig.

 

NSÍ-Víkingur 0-2 (0-0)

 

0-1 Sjálvmál (71.)

 

0-2 Ingi Jonhardsson (88.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1)  Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá báðum málunum hjá NSÍ. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

 

2) Hoyr Trónd og Teit taka samanum eitt framúr gott avrik hjá Víkingi, og eitt slakari avrik hjá NSÍ.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Inga Jonhardsson, ið fegnast um, at hann og gamli floksfelagin, David Geza Turi megna at finna hvønn annan í blindum.

 

4) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Bill McLeod Jacobsen, ið kundi váttað, at hann er settur í starv sum høvuðsvenjari tað sum eftir er av kappingarárinum. Bill er bjartskygdur um, at betri dagar bíða NSÍ.