Unga Tjóðveldið heldur lítið um royndirnar hjá verandi myndugleikum at draga ungar føroyingar aftur til Føroya og fáa teir at støðast her.
- Følsk orð og følsk lyfti, skrivar Kristina Clementsen vegna Unga Tjóðveldið í einum lesarabrævi.
Loysnin hjá Unga Tjóðveldinum, at fáa ung at støðast í Føroyum, er at geva teimum meiri ávirkan og ábyrgd.
- Veruleikin er bara tann, at um ung skulu ynskja at búgva í Føroyum er tað alneyðugt, at ung hava stóra ábyrgd og ávirkan í samfelagnum.
- Tað er ein fortreyt fyri, at ung geva sítt íkast til samfelagið, at ung hava ábyrgd, skrivar Kristina Clementsen. Unga Tjóðveldið mælir til, at tey ungu fáa økta ábyrgd yvir økjum sum viðkoma tey, so sum lestrarumhvørvi, skúlagongd og framtíðarmøguleikar.
- Ábyrgdin yvir alla skúlagongd, allar arbeiðsmøguleikar og alt umhvørvi kann ikki liggja á teimum eldru, ið halda seg vita, hvat vit ynskja, at landið skal bjóða við teirra vitan, við kanningum o.ø, skrivar hon.
Tí mælir Unga Tjóðveldi til, at fleiri ungdómsráð verða sett á stovn, umframt at valaldurin verður lækkaður til 16 ár.
Kristina Clementsen nemur í lesarabrævinum við útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum. Hon heldur, at vandin er ov stórur, at fólk ikki koma aftur til Føroya eftir lokna útbúgving og tí mugu vit betra um útbúgvingartilboðið í Føroyum.
- Lestrarumhvørvi í Føroyum má tí verða hægri raðfest og minni spart, so tað gerast fleiri og fjølbroyttari útbúgvingar. Millum hesar útbúgvingar er tað neyðugt, at tað eisini verður bjóðað út mentanar- og listatilboð til ung, skrivar Kristina Clementsen.
- Tjóðveldið ynskir, at umhvørvi hjá teimum ungu skal verða skapt av teimum ungu soleiðis, at tey virðismeta fólkaræðisligu hugsjónina í Føroyum, skrivar Kristina Clementsen at enda.
Les lesarabrævið her.