Føroyar bera Bakkafrost – Skotland tapti 139 milliónir

Raksturin í Føroyum gav Bakkafrost eitt úrslit upp á 411 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi, meðan virksemið í Skotlandi hevði 139 milliónir krónur í halli.

Tað eru serliga føroysku alistøðurnar, sum lyfta úrslitið hjá Bakkafrost í øðrum ársfjórðingi í ár.

 

Rakstrarúrslitið í føroyska partinum var 411 milliónir krónur. Í Skotlandi var úrslitið hinvegin minus 139 milliónir krónur.

 

Samanlagt hevði Bakkafrost eitt rakstrarúrslit upp á 273 milliónir krónur í ársfjórðinginum.

 

Munurin millum londini er sostatt stórur. Í Føroyum var tøkan 26.749 tons, og miðalvektin á tikna fiskinum var 5,5 kilo. Kostnaðurin á tikna fiskinum var samstundis fýra prosent lægri enn sama tíðarskeið í fjør.

 

Í Skotlandi var tøkan bara 3.145 tons. Miðalvektin var 5,2 kilo, men lága tøkumongdin hevði við sær høgan kostnað. Bakkafrost hevur eisini havt lívfrøðiligar avbjóðingar á einum aliøki, har smoltið kom frá uttanhýsis veitara.

 

Felagið sigur, at umleggingin í Skotlandi heldur fram. Fiskurin í sjónum verður stigvíst skiftur út við stór smolt frá egnari framleiðslu, og Bakkafrost væntar, at hetta fer at geva betri fiskaheilsu, størri vøkstur og lægri lívfrøðiligan váða frá 2027.

 

Samstundis hevur Bakkafrost hækkað metingina fyri fóðurframleiðsluna í ár. Felagið væntar nú at framleiða umleið 175.000 tons av fóðri í 2026, móti 165.000 tonsum í fyrru metingini.

 

Bakkafrost hevur eisini stórar goymslur av fiskamjøli og lýsi. Sambært felagnum væntast goymslurnar at røkka fram til annan ársfjórðing í 2027.

 

Stjórin Regin Jacobsen hevur samstundis ávarað um, at prísirnir á ávísum fóður-rávørum nú hækka meira enn felagið áður hevur sæð.

 

Bakkafrost heldur fast við væntaðu tøkuna í 2026 upp á umleið 97.000 tons í Føroyum og 20.000 tons í Skotlandi.

 

Faktaboks:

##med2##