Sambært Al Jazeera hevur Ísrael í morgun framt hørð loftálop á Gaza by, og sambært sjónvarpsrásini Al Arabiya eru ísraelsku álop komin bæði av sjónum og úr luftini.
Tíðindastovurnar vita eisini at siga, at ísraelskar dronur hava slept stórum nøgdum av spreingievni niður yvir Kateeba-økið, sum liggur vestanfyri Gazabý.
Sagt verður, at ísraelsku álopini vardu uttan íhald í 35 minuttir, og sambært Al Jazeera raktu tey eitt av tættast bygdu økjum í Gazabýi, har nógvir palestinar nú búgva í tjøldum.
Keldur í økinum siga við Al Jazeera, at fleiri løstað eru flutt á Shifa-sjúkrahúsið í býnum.
Men, tað er ikki bara í Gazabýi, at tað hevur verið ófriðarligt.
- Samanbrestir millum ísraelskt herfólk og vápnaðar palestinar hava eisini verið nærindis amerikanska sjúkrahúsinum í býnum, Khan Younis, veit Al Jazeera at siga.











