Føroyar venja: Høvi at venja nettrygdartilbúgving

Í oktober verður skipað fyri nettrygdarvenjingini „Føroyar venja“.

Tíðindaskriv:

 

Venjingin gevur føroyskum virkjum og stovnum eitt ítøkiligt og ókeypis høvi at royna, hvussu væl tey eru fyrireikað til at handfara eitt netálop, áðrenn tað veruliga rakar.

 

Føroyar eru í ár fyri fyrstu ferð við í „Hele Danmark Øver“ saman við Danmark og Grønlandi. Í Føroyum verður venjingin skipað undir heitinum „Føroyar venja“, og Fjarskiftiseftirlitið stendur fyri venjingunum í Føroyum.

 

Við øktum nettrygdarváða og landapolitiskum spenningum er tørvur á at styrkja talgilda mótstøðuførið og nettrygdartilbúgvingina. “Føroyar venja” er í samsvari við átak 4 í nettrygdarætlanini 2024–2026 hjá Landsstýrinum um at fremja tilbúgvingarvenjingar í pørtum av týðandi kt-undirstøðukervinum.

 

Nettrygd er eitt felags samfelagsligt mál Nettrygd er ikki bara ein tøkniligur spurningur. Tá ið ein álvarslig nettrygdarhending rakar, snýr tað seg

 

eisini um leiðslu, ábyrgd, samskifti, raðfestingar og avgerðir undir trýsti.

 

Ein týðandi partur av føroyska talgilda undirstøðukervinum og teimum tænastum, sum samfelagið er bundið at, verður rikin av privatum virkjum og almennum stovnum. Gott samstarv millum myndugleikar og vinnu er tí ein grundleggjandi partur av føroysku nettrygdartilbúgvingini.

 

Lesið eisini: Netálop skulu styrkja fyritøkur í Føroyum og Grønlandi

 

Hvat slag av venjing er talan um?

 

Venjingin er verklig og ítøkilig. Luttakararnir fáa høvi at uppliva, hvussu tað kennist at standa mitt í einum netálopi, frá fyrstu teknum um, at óviðkomandi hava fingið atgongd til skipanirnar, til tær avgerandi avgerðirnar, ið skulu takast undir trýsti, meðan hvør minuttur telur.

 

Venjingin er ment av Secure Practice í Noregi, ið eisini er veitari hjá donsku venjingunum. Netálop virða ikki landamørk, og avbjóðingarnar við at handfara tey eru at kalla tær somu, antin tey raka í Føroyum ella uttanlands. Við “Føroyar venja” fáa luttakararnir tí høvi at royna somu venjing, sum verður brúkt í Danmark.

 

• Staðbundin og ókeypis: Venjingin fer fram á einum avtalaðum fundarstaði, varir í tríggjar tímar og er ókeypis fyri luttakararnar.

 

• Ítøkilig og verklig: Luttakararnir uppliva, hvussu eitt netálop kann fara fram, síggja avleiðingarnar av ymiskum avgerðum og venja seg í at handfara eina veruliga kreppustøðu.

 

• Fyri stór og smá: Venjingin vendir sær til bæði smá og stór virki og stovnar, eisini tey, sum ikki hava egin nettrygdarfólk.

 

• Eingin tøkniligur forkunnleiki krevst: Venjingin er viðkomandi fyri tey, ið hava ábyrgd av ella ein leiklut í krepputilbúgving, leiðslu, samskifti ella nettrygd, ella sum vilja vita meira um, hvussu ein nettrygdarhending kann fara fram. Tað er ikki neyðugt við serligum tøkniligum forkunnleika fyri at taka lut.01.09.2026

 

• Tilfar aftaná: Tá ið venjingin er liðug, fáa luttakararnir ein tilfarspakka um talgilda trygd við kunning, tilmælum og góðum ráðum um at handfara netálop fyri, undir og eftir eina hending. Eisini fáa teir eitt luttøkuprógv.

 

• Fundarstaður: Ætlanin er at hava venjingina í Tórshavn og, um undirtøkan er nóg stór, eisini á øðrum støðum kring landið.

 

Royndir vísa, at venjingar gera mun

 

„Hele Danmark Øver“ varð fyrstu ferð fyriskipað í 2024 við íblástri úr Noregi. Í 2025 luttóku meira enn 1.500 fólk í 35 venjingum á 14 ymiskum støðum í Danmark. Afturboðanin frá luttakarunum vóru greiðar:

 

• Fýra av fimm luttakarum (80 prosent) kendu seg betur førar fyri at handfara eitt netálop eftir venjingina.

 

• Nærum 60 prosent ætlaðu aftaná at dagføra ella gera tilbúgvingarætlanir, broyta innanhýsis mannagongdir ella seta ítøkilig tiltøk í verk fyri at styrkja nettrygdartilbúgvingina.

 

Í einum ótryggum heimi við øktum váða fyri netálopum eru verkligar venjingar eitt týdningarmikið amboð til at styrkja samfelagsliga mótstøðuførið. “Føroyar venja” skal geva føroyskum luttakarum høvi at royna seg í tryggum umstøðum og nýta royndirnar til at styrkja tilbúgvingina í egnum virki ella stovni.

 

Nærri kunning

 

Fjarskiftiseftirlitið fer nærri at kunna um, nær og hvar venjingarnar verða hildnar í Føroyum, og hvussu tilmeldingin fer fram.

 

Fyriskiparar:

 

Í Danmark er tað Styrelsen for Samfundssikkerhed og Beredskab, Løgreglan (NSK), Dansk Industri, Dansk Erhverv, IT-Branchen, Secure Practice, Dansk IT, Tryg, Verjunnar FMI’s Cyberdivision og TDC Erhverv, ið skipa fyri “Hele Danmark Øver”. Í Grønlandi er tað Digitalinngortitsinermut Aquitsisoqarfik og í Føroyum Fjarskiftiseftirlitið, sum standa fyri venjingunum.