Føroyar eru favorittar hjá altjóða veddingarfyritøkum

Her eru oddsini upp á HM-undankappingardystin Gibraltar-Føroyar

Í kvøld klokkan 19.45 spælir føroyska fótbóltslandsliðið fimta dystin í hesari HM-undankappingini.

 

Í bólki L tekur Gibraltar móti Føroyum á Europa Point leikvøllinum. 9. juni vunnu okkara 2-1 á Gibraltar á Tórsvølli.

 

KVF vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. 

 

Hóast tað fer at liggja um tey 25 hitastigini, og talan verður um ein turran graslíkisvøll, so hava Føroyar eina hampuliga greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. 

 

Oddsini upp á heimasigur til Gibraltar liggja millum 6,50 og 8,15. 

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,51 og 4,05.

 

Oddsini upp á útisigur til Føroyar liggja millum 1,44 og 1,55.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##