Føroyar eru í øðrum styrkisbólkinum til HM-lutakastið

30 av 32 HM-luttakarum eru funnir

10. juni verður lutakastið avgreitt til bólkarnar í HM-endaspælinum, ið verður leikt í Týsklandi, dagarnar 13. til 31. januar komandi ár. Lutakastið verður í München.

 

Føroyar sum hava vunnið seg til eitt HM-endaspæl á fyrsta sinni vera at finna í øðrum styrkisbólkinum. Avrikini í EM-endaspølunum og undankappingunum hava helst gjørt sítt.

 

30 av 32 HM-luttakarum eru funnir. Altjóða hondbóltssamgongan fer at deila út tvey sonevnd "Wild Card". Hugsandi er, at eitt søguligt stórlið sum Ungarn fær eitt wildcard, og so eitt landslið uttanfyri Evropa. Men tað er ikki til at siga. 

 

Slovenia, ið hava verið okkum boysnir í tveimum EM-endaspølum eru eisini í styrkisbólki 2, so teimum sleppa vit undan í innleiðandi bólkaspælinum.

 

Styrkisbólkarnir eru hesir:

 

Styrkisbólkur 1: Danmark, Týskland, Kroatia, Ísland, Portugal, Svøríki, Egyptaland, Argentina.

 

Styrkisbólkur 2: Frakland, Slovenia, Noreg, Serbia, Spania, Italia, FØROYAR, Norðurmakedonia.

 

Styrkisbólkur 3: Grikkaland, Pólland, Brasil, Barein, Tunesia, Grønhøvdaoyggjar (Kap Verde), Kili, USA.

 

Styrkisbólkur 4: Katar, Kuveit, Japan, Algeria, Angola, Uruguay, Wildcard 1, Wildcard 2.

 

Innleiðandi bólkarnir vera leiktir í Kiel, Köln, München, Hannover, Stuttgart og Magdeburg.