- Í lýsingini í morgun kom nýggi fóðurflakin Torvgjógv á Fuglafjørð. Torvgjógv er nýggjasti fóðurflakin í flotanum hjá Bakkafrost. Flakin er 40 metrar langur og tekur 700 tons av alifóðri.
Tað siga tey á GroAqua, sum eru veitarar av fóðurflakanum og nýggjastu fóðurskipanini.
- Torvgjógv, sum hevur 18 fóðurlinjur, er bygdur hjá GroAqua í Pólandi. Við nýggja fóðurflakanum ber til at fóðra 18 aliringar samstundis.
Fóðurskipan og stýringar eru mentar hjá GroAqua á Kambsdali. Nýggj fóðurskipan, sum júst nú er liðugtment, verður brúkt á aliøkinum.
Hjá GroAqua vísa tey á, at við nýggja forritinum verður vitlíki brúkt fyri at gangnýta fóðureygað í aliringunum munandi betri enn áður.
- Fokusøkir við nýggju skipanini eru betri rakstur á aliøkinum, víðkað leiðsluamboð við rapportering og økt umhvørvisatlit. Framkomnu skipanirnar eru sjálvirkandi og kunnu fjarstýrast úr landi.
Fóðurflakin verður í framtíðini rikin við landstreymi, so orkunýtslan verður so umhvørvisvinarlig sum gjørligt.
Tá seinastu royndirnar av útgerðini eru lidnar, og neyðugar góðkenningar frá myndugleikunum eru upp á pláss, fer fóðurflakin í vinnu á Fuglafirði.
– Við góðu royndunum, sum vit hava havt við teimum fóðurflakum, vit higartil hava keypt frá GroAqua, rokna vit við, at Torvgjógv fer at styrkja raksturin á aliøkinum í Fuglafirði.
Tað sigur Oddvald Olsen, deildarleiðari í Sjógvaling Vest hjá Bakkafrost.
Hann vísir eisini á, at við hesum stóra fóðurflakanum ber til at skipa flutningin av fóðri til aliøkið meira skynsamt, samstundis sum trygdin fyri virkseminum og starvsfólkum verður betri.
– Vit eru sera fegin um tað álit, sum Bakkafrost hevur víst okkum við at kunna lata enn ein fóðurflaka til teirra virksemi. Í tøttum samstarvi millum Bakkafrost og okkara starvsfólk hava vit ment ein fóðurflaka, sum vit eru sera errin av.
##med2##
Tað sigur Kristian Andreasen, leiðari fyri fóðurflakadeildina hjá GroAqua.
- Vit arbeiða støðugt við at menna og betra okkara fóðurflakar, eisini við praktiskum loysnum, sum vit gera saman við alarunum á staðnum, sigur hann.
Seinasta árið hevur GroAqua latið Bakkafrost fýra nýggjar fóðurflakar í Føroyum – tveir við plássi til 700 tons av alifóðri og tveir til 1.100 tons. Hesir fóðurflakarnir eru knýttir at alibrúkunum í Fuglafirði, Funningsfirði, Árnafirði og Lambavík.












