Í ársfrágreiðingini hjá Reyða Krossi Føroya fyri 2025 hevur roknskapurin fingið størri pláss, skrivar hjálparfelagsskapurin í tíðindaskrivi.
Hetta varð gjørt eftir avgerð á undanfarna aðalfundi, at komandi ársfrágreiðing skuldi hava eina greiðari uppseting við fíggjarligum høvuðstølum og talvum, við tí endamáli at styrkja gjøgnumskygnið og gera fíggjarligu upplýsingarnar lættari atkomiligar fyri almenningin.
Spurningar um lønir og samsýningar koma javnan koma fyri í hjálparfelagsskapum, og tí vilja vit fegin greiða nærri frá, hvat tølini fevna um, og hvussu kostnaðurin hongur saman við arbeiðinum hjá Reyða Krossi.
Fyrst er vert at undirstrika, at Reyði Krossur Føroya er ein sjálvboðin felagsskapur. Eisini nevndin er sjálvboðin og ólønt. Formaðurin, Jóannes Eidesgaard, og hinir nevndarlimirnir fáa onga samsýning fyri nevndararbeiðið.
Í 2025 vóru umleið 500 sjálvboðin virkin í felagsskapinum. Tað eru tey sjálvbodnu, sum gera tað møguligt at reka handlarnar, vitja fólk, stuðla undir integratión, veita samarittahjálp, býta mat og klæðir út, og savna pening inn til hjálpararbeiði bæði í Føroyum og kring heimin.
Sjálvbodna arbeiðið hevur alt at siga fyri felagsskapin, men tað sæst ikki aftur sum ein útreiðsla í roknskapinum. Um vit ímyndaðu okkum, at tey 500 sjálvbodnu í miðal arbeiddu 5 tímar um vikuna fyri 150 kr. um tíman, hevði tað svarað til smáar 20 mió. kr. í arbeiðsvirði um árið. Hóast talan bert er um eitt tankaspæl, sigur tað nógv um virðið á sjálvbodnum arbeiði.
Men sjálvboðið arbeiði krevur eisini karmar. Tá eitt virksemi fevnir um 500 sjálvboðin, 20 virksemisøkir, ognir, handlar, hjálparátøk, innsavningar og skeiðsvirksemi, krevst daglig samskipan, fyrisiting, mannagongdir og fíggjarstýring. Hetta er neyðugt fyri, at hjálpararbeiðið kann verða framt á ein tryggan, skipaðan og ábyrgdarfullan hátt.
Í ársfrágreiðingini fyri 2025 sæst, at Reyði Krossur Føroya hevði inntøkur á 13,3 mió. kr. og somuleiðis útreiðslur á 13,3 mió. kr. Av útreiðslunum fóru millum annað 5,7 mió. kr. til altjóða hjálpararbeiði og 1,9 mió. kr. til sosialt arbeiði í Føroyum.
Í ársfrágreiðingini sæst eisini, at fyrisitingarkostnaðurin, sum í frágreiðingini fevnir um starvsfólkakostnað, bygningskostnað og annan rakstur, var 2,9 mió. kr. í 2025, samanborið við 1.8 mió. kr. í 2024. Niðanfyri verður greitt nærri frá, hvat hesin kostnaður fevnir um.
Av teimum 2,9 mió. kr. fóru:
- 1.461.195 kr. til starvsfólkakostnað. Starvsfólkakostnaðurin hækkaði við góðum 6% frá 2024 til 2025. Hækkingin stavar í høvuðsheitum frá vanligum lønarhækkingum og broytingum í starvsfólkaviðurskiftum.
- 1.483.561 kr. til bygningsútreiðslur og annan fyrisitingarkostnað (til dømis KT- og heimasíðuútreiðslur, grannskoðan og trivnaðartiltøk fyri sjálvboðin). Hesin parturin hækkaði munandi frá 2024 til 2025. Hækkingin stavar í høvuðsheitum frá grønu orkuverkætlanini í Stiðjagøtu, har hitapumpa, sólpanel og battarískipan vórðu sett upp, umvælingum á Bryggjubakka, nýggjum hølum í Klaksvík og átøkum innan KT.
##med2##
##med3##
Les alla ársfrágreiðingina fyri 2025 her: https://redcross.cdn.fo/savn/i3vn4v5v/rkf_arsfragreiding_2025.pdf?s=kCK9TNpManOmon1jLD5hLsCRCaA













