Føroyar fingið limaskap í WAGGGS

Fyrrapartin í dag gjørdist Føroya Skótaráð sjálvstøðugur limur í altjóða skótafelagsskapinum fyri gentuskótar, WAGGGS.

Á aðalfundinum í Siem Reap í Kambodja var full undirtøka fyri umsóknini, sum eisini hevði fingið viðmæli frá nevndini í WAGGGS. 

– Tað var ein kensluborin løta, tá vit sóu, at øll limalondini tóku undir við at geva okkum limaskap, og vit eru ótrúliga takksamar fyri tann stuðul, sum vit hava fingið – bæði frá nevndini í WAGGGS, men eisini frá donsku skótarørsluni, sum hevur stuðlað okkum í arbeiðinum, sigur Elisabeth M. Gaard, forkvinna í Føroya Skótaráð, í stuttari viðmerking úr Kambodja.

Saman við Marokko, sum eisini fekk limaskap á aðalfundinum, gjørdust Føroyar limir nummar 154 og 155 í WAGGGS, ið hevur yvir 11 milliónir gentuskótar sum limir kring allan heim.

 

##med2##

Umboðini frá Føroya Skótaráð hava saman við umboðum frá KFUK skótunum og Føroya Skótasambandi seinastu dagarnar gjørt neyðuga krókaprátið á altjóða ráðstevnuni fyri at fáa neyðugu atkvøðurnar, og tey hava í hesum sambandi eisini víst á tað góða arbeiðið, ið verður gjørt fyri gentuskótar í Føroyum. 

Stórur framdráttur er eisini í føroysku skótarørsluni í løtuni, og vónandi fer nýggi sjálvstøðugi limaskapurin at hava við sær, at føroyska skótarørslan frameftir fer at røkka enn fleiri gentum, sigur Føroya Skótaráð – við skótakvøðu.