Vísindavøka, serblað í Sosialinum 10. september 2025:
Íløgurnar í gransking og menning vóru lægri í Føroyum bæði í 2022 og 2023. Í øllum hinum Norðurlondunum øktust íløgurnar í gransking og menning í 2023 í mun til 2022.
Í Svøríki vóru íløgurnar í gransking og menning 3,6 prosent av BTÚ, í Finnlandi 3,1 prosent, í Danmark 3,0 prosent, í Íslandi 2,6 prosent, í Noregi 1,9 prosent, og í Føroyum bert 1,4 prosent.
Vinnufeløg eiga tveir triðingar av íløgunum
Íløgurnar í gransking og menning hjá privatum vinnufyritøkum í Føroyum minkaðu nógv í 2023 í mun til 2022. Privatu íløgurnar minkaðu við heili 20,9 prosentum. Útreiðslurnar hjá almennum granskingarstovnum og hægri útbúgvingarstovnum vuksu hinvegin við samanlagt 13 prosentum.
Hóast íløgurnar í privata geiranum eru nógv minkaðar, standa vinnufyritøkur fyri meira enn tveimum triðingum av íløgunum til gransking og menning. Vinnufeløg granska fyri 0,9 prosent av BTÚ, meðan almennir granskingarstovnar og hægri útbúgvingarstovnar granska fyri ávikavist 0,3 prosent og 0,2 prosent av BTÚ.
Evroparáðið hevur mælt til, at tað privata brúkar 2 prosent og tað almenna 1 prosent av BTÚ til gransking og menning.
Mest gransking og menning í aling og fiskiveiðu
Nógv størsti parturin av granskingini og menningini fer fram í aling, fiskiveiðu og landbúnaði. Næstmest verður granskað í verkfrøði og tøkni. Í 2023 er tað bert gransking í náttúruvísindum, ið er økt í mun til 2022.
Vinnufyritøkur fíggja meginpartin av gransking og menning
Føroyskar vinnufyritøkur fíggja 64 prosent av granskingini og menningini í Føroyum. Almennir stuðulsgrunnar og aðrar almennar keldur stuðla tilsamans 29 prosentum. Tilsamans 7 prosent av fíggingini í Føroyum stavar frá útlendskum keldum.
Fleiri ársverk
Tað vóru tilsamans 251 ársverk, sum granskaðu og mentu í 2023. Tað vóru 2,1 prosent fleiri enn í 2022. 96 ársverk vóru kvinnur, 155 vóru menn.