Føroyar skulu mekla millum Russland og Ukraina

Fyrrverandi løgmaður heldur, at Føroyar við síni uttanveltaðu støðu kunnu bjóða seg fram at fáa semju millum Russland og Ukraina

 

Íbúðarbygningur í Dnipro, sum Russland bumbaði síðsta vikuskifti. Mynd: Nicole Tung/New York Times/Ritzau Scanpix

– Føroyskir politikkarar hava áðrenn mína tíð, og alla mína tíð tosað um at fáa meira ávirkan á okkara uttanríkis politikk, tað vil siga eisini verju- og trygdar mál.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður og fyrrverandi løgmaður.

Hann vísir á, at nú er kríggj brostið á í okkara grannalag, og at hann hevur sera ringt við at skilja, hvør støða okkara er til kríggið í Ukraina.

– Gamaní sjálvandi halda vit, tað er ræðuligt og eigur at steðga beinanveg, og vit taka frástøðu.

– Vit tosa upp í leypar um, at vit eru partur av vesturheiminum, og vit skulu stuðla øllum tiltøkum og boykottum, men hvat merkir tað heilt konkret? Fyri okkum einki higartil, tann reina heita luft, hetta er eitt sera viðbrekið evni og ikki lætt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Hann heldur, at bæði moralskt og etiskt vita vit innast inni, hvat skal gerast.

– Lat okkum taka uppgávuna at verða partar av einari friðarloysn. Vit eru sum land sera óheft, vit eru ikki partur av ES, vit eru ikki partur av EFTA, vit eru vegna ríkið partur av NATO, men øll vita, at vit eiga ikki eitt vápn, øll síggja eitt sera neutralt land, úti í Norðuratlantshavi. So kunnu nógv halda, at tað er óseriøst, og at eg eri svakur ella okkurt annað – akkurát tað sama, sum tá vit saksøktu ES fyri teirra boykott av okkum, men eingin flenti, tá vit vunnu stríðið, sigur hann.

– Tað sum eg sigi er, at vit kunnu bjóða okkum fram sum friðarmeklara, og ja eg haldi, at vit eru partur av vesturheiminum, og heiminum, eg ynski tað sama sum flest øll fólk í Føroyum og heiminum, at ræðuleikarnir steðga. Men tað er bert lummaull, sum kemur av sær sjálvum. Hetta er sjálvsagt mín persónliga meining, men eisini eitt uppskot og eitt hjartasuff. 

Vit hava sera dugnalig samráðingarfólk tá vit tosað um altjóða trætir, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

 

Íbúðarbygningur í Dnipro, sum Russland bumbaði síðsta vikuskifti. Mynd: Nicole Tung/New York Times/Ritzau Scanpix