Søgan kann lýs­ast við gransk­ing­ar­peng­um úr Danmark

Føroyingar á Rødbygård: Seinastu vikuna hevur nógv verið tosað um føroyingar við ymiskum breki, ið vórðu sendir niður til Danmarkar á stovn í árunum 1933 til 1980.

Bæði MEGD og Javni hava mælt til, at ein óheft føroysk kanning verður sett í verk fyri at lýsa viðurskiftini hjá hesum fólkunum, umframt at finna útav, hvørja ábyrgd føroyskir myndugleikar hava havt.

 

Eingin ítøkilig ætlan fyriliggur um slíka kanning, men landsstýrismaðurin í almannamálum sigur seg vera sinnaðan kanna málið.

 

Men hetta er ikki bara eitt danskt mál – tað er sjálvandi eisini eitt danskt mál, tí tað var til Danmarkar, fólkini blivu send. 

 

Tí hevur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, tikið málið upp – fyrstu ferð í 2023. Í fjør sendi hann áheitan til donsku stjórnina um at seta 3 milliónir av á fíggjarlógini til ein grunn, sum granskarar, ið vilja lýsa søguna hjá teimum føroyingum, ið vórðu sendir til Rødbygård, kunnu søkja úr. 

 

Hetta eydnaðist ikki tá, men í fjør tók hann málið upp aftur, og tá eydnaðist tað. Loysnin var, at viðtøkurnar fyri sonevndu forskningsreservuna blivu broyttar. Har eru 46,5 milliónir oyramerktar til gransking um Arktis undir Danmarks Frie Forskningsfond. Hetta er nú broytt soleiðis, at tað eisini kann fevna um søgulig og sosial viðurskifti. Eitt nú heilt ítøkiliga um føroyingarnar, sum blivu sendir til Rødbygård. 

 

Í dag var Sjúrður Skaale aftur á fundi við donsku útbúgvingar- og granskingarmálaráðfrúnna, Christinu Egelund. Avtalað varð, at broytingin frá í fjør um ”søgulig og sosial viðurskifti” verður standandi. 

 

Granskarar, sum eru knýtir at onkrum universiteti í ríkinum – t.d. Setrinum – kunnu tískil søkja um fígging til at lýsa júst tað, sum ynski er frammi um at fáa lýst beint nú. 

 

Til ber eisini at skipa verkætlanina sum eitt samstarv millum fleiri partar og fleiri universitet. 

 

Tíverri hevur eingin søkt um hetta í ár, og freistin at søkja í hesum umfarinum er longu í morgin 3. september klokkan 12 danska tíð. 

 

Men latið verður upp fyri nýggjum umsóknarumfari í vár. Og tá ber altso til at søkja um fígging til ta lýsing, sum MEGD og Javni mæla til verður gjørd. 

 

Til ber at lesa meira um ársins umfar og krøv annars her: Arktisk forskning – Klimaforandringer og bæredygtige arktiske samfund

 

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi

 

##med2##