Føroyingar seta ríkisfelagsskapin í ringt ljós

Tað fer at verða eitt krav frá danskarum, at Føroyar kvetta fiskivinnusamstarvið við Russland, sigur danskur fólkatingsmaður

Fiskivinnusamstarvið ímillum Føroyar og Russland hevur verið til umrøðu í danska Fólkatinginum og eitt eru føroysku fólkatingslimirnir samdir um

Hetta verður seinasta árið, at Føroyar hava eitt fiskivinnusamstarv við Russland. Tað eru teir báðir føroysku fólkatingslimirnir samdir í.

 

Fólkatingið hevur havt orðaskiftið um setanarrøðuna hjá mette Frederiksen, forsætisráðharra, eftir at nýggja stjórnin varð skipað.

 

Í hesum sambandi varð fiskivinnusamstarvið hjá føroyingum við Russland, eisini umrøtt og danskir politikarar vildu hava at vita frá føroysku fólkatingslimunum, hvat tey halda um hetta samstarvið.  

 

Í hesum sambandi staðfesti Carsten Hønge úr SF, at Mette Frederiksen hevur boðað frá, at nú setir danska ríkið hol á eitt nýtt uttanríkispolitiskt tíðarskeið, og at tað fer at krevja nakað av okkum øllum.

 

Og hann ivast heldur ikki í, at ein nýggjur trygdarpolitikkur fyri danska ríki fer at merkja, at Føroyar skulu gevast at samtarva við Russland.

 

Hann sigur, at samstarvið ímillum Føroyar og Russland, setir bæði Føroyar, og ríkisfelagsskapin, í ringt ljós, tí sum støðan er nú, er tað eingin orsøk til at halda hondina undir Russlandi. Og hann sigur, t hetta er ein trupulleiki, sum ikki fer at hvørva av sær sjálvum.

 

Anna Falkenberg, føroyskur fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, sigur, at í Føroyum er semja um at at Landsstýrið skal brúka hetta árið at kanna møguleikan fyri, at útvega føroyska flotanum í Barentshavinum aðrar fiskileiðir. Hennara sannføring, er, at hetta er seinasta árið, at fiskiveiðiavtalan ímillum Føroyar og Russland er í gildi, og at hon ikki verður verður endurnýggja næsta ár.

 

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðaflokkin staðfestir, at føroyska avtalan við Russland er ikki í stríð við politikkin hjá ES-londunum.

 

Eisini hansara sannførin er, at tað verður bara í ár afturat, at Føroyar hava eina fiskivinnuavtalu við Russland. Hann sigur, at tað væntar hann, tí tað hava samgonguflokkarnir í Føroyum nevniliga boðað frá. Annars heldur hann sjálvir, at føroyingar gera alt ov lítið. Hann heldur, at fiskiveiðisamstarvið skal enda og at føroyskur útflutningur til Russlands skal bannast við lóg.

 

Fiskivinnusamstarvið ímillum Føroyar og Russland hevur verið til umrøðu í danska Fólkatinginum og eitt eru føroysku fólkatingslimirnir samdir um