Tað er hálvleikur, og tað er øgiligur spenningur og intensitetur í Unity Arena, har tað kókar. Støðan er 15-13 til Føroyar. Størsta partin av tíðini hava Føroyar verið frammanfyri við einum og onkra løtuna við tveimum málum.
Á áskoðaraplássunum er eingin ivi, hvør er omaná. Tað eru fleiri enn seks túsund føroyskir áskoðarar, og tá ið tjóðsangirnir vórðu, var tað um reppið, at takið fór av, tá ið Tú alfagra land mítt ljómaði. Tað man vera sjáldan, um tað yvirhøvur er komið fyri, at undirtøkan fyri tjóðsangi hevur verið so stór í hondbóltslandsdysti.
Undan dystarbyrjan var stóri spurningurin, um Elias Ellefsen á Skipagøtu fór at vera førur fyri at spæla. Elias var á vøllinum frá fyrsta bríksli, og har hevur hann verið alla tíðina. Tað sæst ikki á honum, at hann í tað mesta av einum mánað hevur verið darvaður av skaða í økslini. Elias hevur verið so sentralur, sum hann plagar at vera, og saman við Óla Mittún hevur hann verið heilt eyðsýndur í álopsspælinum.
Óli Mittún hevur verið sera væl upplagdur í gjøgnumbrotum, og hann er føroyskur toppskjútti við fimm málum. Elias hevur skorað fýra mál. Trý hevur hann skorað við brotskasti. Hini føroysku málini hava Leivur Mortensen (2), Vilhelm Poulsen, Rói Ellefsen á Skipagøtu og Teis Horn Rasmumssen skorað.
##med2##












