Føroysk børn og ung í altjóða dysti

Í vikuskiftinum verður árliga føroyska First Lego League kappingin.

Føroysk børn og ung í altjóða dysti innan nýhugsan og tøkni 


Í vikuskiftinum verður árliga føroyska First Lego League kappingin, har børn og ung úr Føroyum kappast um, hvussu vit skapa vitan og førleikar í 21. øld. Líknandi kappingar eru í 80 londum kring allan heim, har 265.000 børn og ung luttaka. Uppgávan í ár er við nýhugsan og tøkni at vísa teimum vaksnu, hvussu børn og ung ynskja at læra. 

 



Føroyska kappingin verður leygardagin á Føroya Tele í Hoyvík. Børn og ung úr Venjingarskúlanum, Sands skúla, Skúlanum á Argahamri og Runavíkar skúla fara at kappast í lego-robott-tøkni, programmering, framførslum og øðrum avbjóðingum. Tøkniliga menningin av lego-robottum er kjarnin í leikunum, og afturat hesum skulu børnini og tey ungu vísa, at tey megna at samstarva um fjøltáttaðar uppgávur. 


First Lego League kappingin verður alment sett í hølunum hjá Føroya Tele kl. 10 og heldur fram til kl. 14. Vinnandi liðið fer víðari til Skandinavisku finaluna í Keypmannahavn tann 28. november. 


Føroyskir First Lego League vinnarar hava fleiri ferðir gjørt seg galdandi í finalum úti í heimi. Síðsta ár vann liðið LegoHolics úr Argjaskúla ta stóru robott-kappingina í Evropisku finaluni í Barcelona. 



First Lego League kappingin er almenn, og øll eru vælkomin at vitja Føroya Tele leygarmorgunin. 
Kappingin verður stroymað live: http://ustre.am/QvCh