Føroysk mentan skal til ein og hvørja tíð virðast. Vit eru eitt lítið land og nógv onnur lond øvunda okkum, at vit kunnu ganga so trygg í Føroyum. Hetta er ikki ein sjálvfylgja.
Føroyska mentanin er bygt upp av fleiri ættarliðum og tað hevur tikið langa tíð at bygt okkara trygga vælferðarsamfelag. Men søgan hevur lært okkum, at hetta kann broytast skjótt.
Hetta kunnu vit enn fyribyrgja við at herja okkara lóggávu fyri teimum, ið ikki vilja Føroyum tað gott.
Tøl frá danska løgmálaráðnum vísa, at í Danmark frá 2018 og framm til 2025 vóru 72% af teimum, sum eru dømd av sokallaðu bandalógini, antin tilflytarar ella eftirkomarar frá einum ikki-vestligum landi. Av teimum eru 16,4% úr Libanon, 13,6% frá Somalia og 10,8% eru frá Irak, fyri bert at nevna nøkur ítøkilig lond.
Í 2022, viðurkendi fyrrverandi statsminstarin í Svøríki, Stefan Lofven, at tey hava havt so stóra tilflyting at tað hevur ikki loyvt eina intergratión og harvið er teirra immigratiónspolitikkur miseydnaður.
Vit skulu hava føroyska loysnir, sum gera at hetta kann umgangast. Tað gera vit við at:
1. Vit skulu hava lóg um trúarsamfeløg, ið staðfestur, at føroysk lóggáva, fólkaræði og virðir verða vird, og sum regulerar útlendska fígging.
2. Undirvísing á føroyskum máli og mentan til tilflytarar skal styrkjast. Hetta er fyri at styrkja
teirra trivna, soleiðis at tey kunnu fáa tað lættari við at tilpassa seg til føroyska mentan.
3. Rein revsiváttan skal krevjast frá útlendskari arbeiðstakarum. Tað er ein sjálvfylgja, at vit
sum tjóð biða um dokumentatión, fyri at taka ímóti fólki, ið hava ordan í pappírunum. Hetta er við til at tryggja vit fáa fólk inn, sum vilja Føroyum tað gott.
Hetta vil eg gera, tí eg eri góður við okkara land. Eg meini, at vit hava enn møguleikan fyri at umganga feilirnir sum grannalondini hjá okkum hava gjørt.
Erling Mørkøre, valevni hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið










