Føroyskur filmur fær altjóða uppmerksemi

Føroyski stuttfilmurin “Eingin veit á morgni at siga” í høvuðskappingini á stórum filmfestivali

Føroyskur filmur hjá ungum filmsfólki fær altjóða uppmerksemi, nú stuttfilmurin “Eingin veit á morgni at siga” er úttikin til høvuðskappingina á The Next Film Festival í Danmark.

 

Tað er ein stórur heiður fyri føroyska filmsumhvørvið, at føroyski stuttfilmurin “Eingin veit á morgni at siga” er millum filmarnar, sum kappast um virðislønir á The Next Film Festival (TNFF).

 

Hetta er størsta opna filmskapping í Danmark fyri filmskaparar undir 24 ár.

 

Á festivalinum eru bæði sýningar og ein stór virðislønahandan, har dómsnevndin, eitt nú kend nøvn úr donsku filmsvinnuni, lata virðislønir, sum kunnu hjálpa ungum filmskaparum víðari.

 

“Eingin veit á morgni at siga” er leikstjórnaður av Martini Vang Vilhelm og er endaverkætlanin hjá liðnum í sambandi við Flogfisk filmskúlan.

 

Liðið handan filmin er:

 

Leikstjóri: Martin Vang Vilhelm

Framleiðari: Hallur Joensen

Fotografur: Adrian Bech Gaardlykke

Ljóðupptøkur og sniðgeving: Áki á Horn

Framleiðslusniðgevi: Elin Sólvør á Løgmansbø

Tónleikur: Mikkjal Davidsen

 

Í høvuðsleiklutunum eru:

 

Sigursól Jacobsen

Noomi Nielsen

Hjørdis Reistrup

Tóri Madsen

 

Flogfisk byrjaði í 2024 og hevur longu víst, at føroyskir ungir filmskaparar bæði hava evni, dirvi og søgur at bera fram. Skúlin er eitt átak hjá Filmverkstovuni Klippfisk, Filmshúsinum og Betri Stuðul.

 

##med2##

 

##med3##