Pressefotos-Dk/Ritzau Scanpix

Føroyskur sálarlækni dripin í Danmark

Tað var við greiðum ynski um at drepa viðgera sín, tá ein 41 ára gamal maður um middagsleitið í gjár leyp á læknan við knívi á Retspsykiatrisk Ambulatorium á Brøndbyøstervej í Brøndby.

 

Pressefotos-Dk/Ritzau Scanpix

Tað segði tann 41 ára gamli maðurin í Rættinum í Glostrup, har hann ílætin eyðkendu bláu fangadraktina var settur fram í grundlógaravhoyring.

 

Hann er skuldsettur fyri dráp og drápsroynd. Tí umframt álopið á Mariann Stenberg, sum er føroysk, vórðu tvey onnur starvsfólk eisini álopin.

 

Annað teirra, ein maður, varð stungin í annað lunga og miltið. Hitt starvsfólkið, ein kvinna, fekk grunn meiðsl á armin.

 

Marian Stenberg var dóttir Richard Jacobsen úr Sandvík, sum fórst við Hans Hedtoft í 1959, og Emmy Johansen úr Sandvík, sum býr í Havn.

 

Eftir rættarfundin, sum vardi umleið 40 minuttir, hevði dómarin, Katrine B. B. Eriksen, hoyrt nóg mikið til, at hon var sannførd um, at tann 41 ára gamli skuldi varðhaldsfongslast.

 

/ritzau/

 

Pressefotos-Dk/Ritzau Scanpix