Fólkatalið í Eiðis kommunu veksur støðugt

Eiðis kommuna er vaksin við 127 íbúgvum seinastu 10 árini.

 

Hin 1. januar í ár búðu 789 fólk í Eiðis kommunu. Hetta er ein vøkstur á 2,9 prosent í mun til fólkatalið somu tíð í 2021.

 

Á Eiði kunnu tey fegnast um, at tað eru fái øki í landinum, sum hava ein so stóran lutfalsligan vøkstur at vísa á.

 

Fólkatalið í Eiðis kommunu hevur verið støðugt veksandi seinastu árini.

 

- Hyggja vit eftir tølum í tíðarskeiðnum 2012-2022 sæst, at fólkatalið hesi tíggju árini er vaksið úr 662 hin 1. januar í 2012 til 789 fólk 1. januar í 2022.

 

Í Eiðis kommunu kunnu tey soleiðis staðfesta, at her hevur verið ein fólkavøkstur á 127 íbúgvar seinastu 10 árini.

 

Seinnu árini er nógv hent á Eiði. Her er komin nýggjur fótbóltsvøllur og nýtt ítróttarhús, og skúlin hevur fingið eina mentanarhøll.

 

##med2##

 

 

 

Her sæst gongdin í fólkatalinum í Eiðis kommunu seinastu 10 árini.